Ljóðbrot á Rás 2: Landið fer logandi á heysin

- Vit eru bangnir fyri, at teir koyra landið logandi á heysin, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

 

Føroya Fiskimannafelag sendi í gjár eitt skriv til landsstýrið, har felagið, saman við fleiri øðrum fakfeløgum, mælti til at fiskivinnunýskipanin verður útsett, so at ein virðiligari og grundigari viðgerð kann fáast.

 

- Tá tú spyrt landsstýrismannin, dugir hann sera illa at svara, og tað sigur mær so mikið sum, at hann kanska ikki hevur gjørt so nógv sjálvur av uppskotinum. Tað vil siga, at tað eru meir ella minni populistar, sum hava gjørt uppskotið, og tað er hetta populistiska rákið, har man sleingir út við ymiskum orðum um burðardygt og annað. Tað er einki hald í tí, sigur Jan Højgaard, bersøgin.

 

Tað er serliga uppboðssølan, sum Jan Højgaard óttast, og hann er vísur í, at norðmenn og russarar fara at keypa meginpartin av kvotunum.

- Vit vilja hava eina burðardygga fiskivinnu, eina, sum er fíggjarliga forsvarlig, og vit vilja hava eina fiskivinnu, har etikkurin verður settur í hásæti, sigur Jan Højgaard, sum vil vera við til at gera fiskivinnuna. Hann vísir eisini á, at Føroya Fiskimannafelag hevur latið eitt nýskipanaruppskot til landsstýrið.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Jan Højgaard á Rás 2.