Í kvøld fer Lizzie við dansarum at framføra á stóra árliga tiltakinum Zulu Awards Umframt Lizzie fara Tina Dickow, Alphabeat, PRIVATE, Burhan G, The Storm, og Aura Dione eisini at framføra.
?Zulu awards? er ein virðislønahandan, ið danska sjónvarpsrásin Tv2 zulu stendur fyri. Tað verður fólkið ið avgerð, hvør fær tær 13 ymisku ?Zulu??virðislønirnar innan fyri greinirnar tónleikur, sjónvarp, lýsingar, ítróttur og filmar.
Tey tilnevdu verða vald av einari útvaldari dómsnevnd av serfrøðingum innan hvørja av hesum fimm greinunum.
Tiltakið verður víst á TV2 Zulu leygardagin 1. mars.