36 ára gamli maðurin úr Eritrea, sum í august drap eina 55 ára gamla kvinnu og hennara 28 ára gamla son á vøruhúsinum IKEA í Västerås í Svøríki, varð í dag dømdur til lívlanga fongsulsrevsing.
Maðurin viðgongur, at hann hevur myrt tey bæði, men noktar seg annars sekan í ákæruni. Hann sigur, at hann ætlaði ikki at drepa nakran.
Maðurin hevur greitt frá, at hann valdi at skaða fólkini fyri at fólk skuldu skilja seg. Hann sigur, at hann misti tamarhald á sær sjálvum, tá hann fekk at vita, at hann mátti fara úr Svøríki dagin eftir, við tað, at umsókn hansara um friðskjól var havnað.
Tey myrdu vóru tilvildarligir kundar í handlinum. Eftir at hava stungið tey bæði við knívi, stakk maðurin seg sjálvan eisini og varð síðani innlagdur á sjúkrahús við álvarsamum skaðum.