##med2##
Evnaríki flogbóltsspælarin úr Hoyvík, Eva Winther Nagata livir út dreymin í kanadiska stórbýnum, Vancouver.
Eva er college-flogbóltsspælari á Capilano University í Vancouver, har hon spælir í einari sterkari flogbóltsdeild, har vinnarin sleppur til College-endaspælið sum í ár verður í landslutinum, Quebec.
Umframt lesturin fer nógv tíð hjá Evu til góðar og væl skipaðar venjingar, umframt styrkisvenjingar. Eva vónar av hjarta, at hon og liðfelagarnir á liðnum hjá Capilano University kunnu vinna seg til College-endaspælið í Quebec, men talan er um eina sera harða og javna flogbóltsdeild.
Seinnapartin ringdi Óli G. Samuelsen, flogbóltsreportari hjá FM1 til Evu Winther Nagata. Í Vancouver var morgun, og Eva gjørdi klárt at fara í skúla.
Eva staðfestir, at Vancouver er ein ótrúliga vakur og spennandi býur, og tað samantvinnað við flogbóltsavbjóðingunum og lestrinum ger, at hon hevur eitt spennandi og mennandi uppihald í Kanada.
College-endaspælið í Quebec verður avgreitt í mars.