Leygardagin 15. januar 2005 skipar felagið »Liverpool Føroyar», sum er felag fyri fjepparar hjá enska felagnum Liverpool FC, fyri einum spennandi treffi á Eiði í samband við heimadystin móti Manchester United.
Skráin fyri dagin er, frá klokkan 9 á morgni til middags verður spælt innandura í ítróttarhøllini á Eiði. Frá klokkan 12 verður fótbóltur á stórskíggja í EB-húsinum, og frá klokkan trý seinnapartin verður døgurði og kaffi á Hotel Eiði.
Tiltakið er bert fyri limir í felagnum, og meira kann lesast um tilmelding á heimasíðuni hjá felagnum ? www.liverpool.fo.