Liverpool er nú tíggju stig fremst í Premier League, eftir at helmingurin av 17. umfari er spælt í dag. Liverpool vann 2-0 á Watford á heimavølli, meðan nærmasti kappingarneytin, Leicester City, óvæntað bara fingu javnleik móti Norwich.
Liverpool var stórur favorittur at vinna á botnliðnum Watford, sum í Nigel Pearson hevði nýggjan venjara til hendan dystin. Liverpool eisini dystin 2-0 við málum frá Mohamed Salah, men tað stóð nakað á.
Millum annað kundi gestirnir upp til tvær ferðir havt lagt seg á odda, áðrenn Mohamed Salah við skjótálopi legði Liverpool á odda. Í seinna hálvleiki fekk Liverpool eitt mál kolldømt, tí armholan hjá Sadio Mané var rangstødd. Hetta er aðru ferð í ár, at Liverpool hevur fingið mál kolldømt, tí ein spælari er bara fáar sentimetrar rangstaddur.
##med2##
Leicester City, við Jamie Vardy á odda, hevur verið nærmasti kappingarneytin hjá Liverpool, men í dag riggaði ikki. Eftir átta dystir upp í slag við sigri og máli frá Jamie Vardy, so vildi hvørki í dag. Tað bleiv til 1-1 móti Norwich og málið, sum Jamie Vardy átti lut í, bleiv skrivað sum sjálvmál.
Chelsea tapti eisini óvæntað 1-0 á heimavølli móti AFC Bournemouth, meðan uppflytarnir úr fyrrverandi stálbýnum, Sheffield United, halda fram við oðu gongdini. Hesa ferð við 2-0 sigri á somuleiðis uppflytarunum úr Aston Villa. Sheffield United er í løtuni á fimta plássi.
Premier League 17. umfar:
Liverpool – Watford 2-0
Burnley – Newcastle 1-0
Chelsea – AFC Bournemouth 0-1
Leicester – Norwich 1-1
Sheffield United – Aston Villa 2-0
Southampton – West Ham (klokkan 18.30)
Í morgin:
Manchester United – Everton
Wolverhampton – Tottenham
Arsenal – Manchester City
Mánadagin:
Crystal Palace - Brighton
1 | Liverpool | 17 | 16 | 1 | 0 | 42:14 | 49 |
2 | Leicester | 17 | 12 | 3 | 2 | 40:11 | 39 |
3 | Manch.City | 16 | 10 | 2 | 4 | 44:19 | 32 |
4 | Chelsea | 17 | 9 | 2 | 6 | 31:25 | 29 |
5 | Sheffield Utd | 17 | 6 | 7 | 4 | 21:16 | 25 |
6 | Manch.Utd | 16 | 6 | 6 | 4 | 25:19 | 24 |
7 | Wolves | 16 | 5 | 9 | 2 | 23:19 | 24 |
8 | Tottenham | 16 | 6 | 5 | 5 | 30:23 | 23 |
9 | Arsenal | 16 | 5 | 7 | 4 | 24:24 | 22 |
10 | Crystal Palace | 16 | 6 | 4 | 6 | 14:18 | 22 |
11 | Newcastle | 17 | 6 | 4 | 7 | 17:24 | 22 |
12 | Burnley | 17 | 6 | 3 | 8 | 22:29 | 21 |
13 | Brighton | 16 | 5 | 4 | 7 | 20:24 | 19 |
14 | Bournemouth | 17 | 5 | 4 | 8 | 19:24 | 19 |
15 | Everton | 16 | 5 | 2 | 9 | 19:28 | 17 |
16 | West Ham | 16 | 4 | 4 | 8 | 18:28 | 16 |
17 | Aston Villa | 17 | 4 | 3 | 10 | 23:30 | 15 |
18 | Southampton | 16 | 4 | 3 | 9 | 18:35 | 15 |
19 | Norwich | 17 | 3 | 3 | 11 | 18:35 | 12 |
20 | Watford | 17 | 1 | 6 | 10 | 9:32 | 9 |