Eins og Manchester United í gjár, so er Liverpool víðari til fimta umfar í FA Cup. Liverpool vann í kvøld 2-1 á Bolton, eftir at Eidur Gudjohnsen og Bolton vóru á odda líka til fimm minuttir vóru eftir.
Íslandski veteranurin legði Bolton á odda við brotssparki, tá dysturin var ein tíma gamal. Fimm minuttir seinni fekk Bolton spælarin, Neil Dannes, sítt seinna gula kort og bleiv útvístur.
Les eisini: Manchester United eisini víðari
Bolton bleiv trýst í botn og Liverpool rakti stengurnar tríggjar ferðir, áðrenn Raheem Sterling javnaði, eftir frállíkt upplegg frá Emre Can. Í evstu løtu sendi Philippe Coutinho Liverpool víðari við skoti, sum fór í tvørstongina og inn.
Fyrri dysturin millum liðini endaði málleyur, og tí var neyðugt við umdysti. Liverpool skal í fimta umfari spæla móti Crystal Palace.