Liverpool hevur fullført sáttmálan við Benfica vongin, Lazar Markovic fyri 185 milliónir krónur.
20 ára gamli hjálpti Benfica at vinna meistaraheitið seinasta kappingarár, eftir at vera komin til frá Partizan Beograd, sum HB leikti ímóti íkvøld.
- Vónandi fari eg at liva upp til vónirnar av viðhaldsfólki, venjarum, spælarum og øllum í sambandi við felagið, sigur Lazar Markovic.
Serbiski landsliðsleikarin er fimta keypið hjá Liverpool í ár.
Liverpool hevur longu framman undan skrivað sáttmála við Rickie Lambert og Adam Lallana frá Southampton, umframt 20 ára gamla Emre Can, sum kom til frá Bayer Leverkusen.










