Premier League
Stóra søgan hetta vikuskiftið var nýggja metið, sum Liverpool liðið setti í 2-0 sigrinum á Middlesbrough. Tíggju dystir á rað hevur tað eydnast verju og málverja at halda málið reint, og hendan røðin tangerar metið frá kappingarárinum 87/88, tá liðið eisini spældi tíggju dystir uttan at fáa eitt mál ímóti sær. Av hesum tíggju dystunum eru sjey í Premier League, sum allir eru vunnir, og tríggir í Champions League.
Um vit hyggja nærri eftir hesum sjey sigrunum hava allir dystirnir verið ímóti liðum, ið liggja í niðanfyri Liverpool á stigatalvuni (uttan Manchester City). Tað hava við øðrum orðum ikki verið teir torførastu dystirnir, ið Liverpool hevur leikt í landskappingini seinastu tíðina.
Um jólini verða fýra dystir leiktir innanfyri nakrar fáar dagar, og tá skal Liverpool møta Everton og Bolton á útivølli. Tað verður torført at fáa eins góða úrtøku, og liðið hevur fingið seinastu tíðina.
Liverpool er nú klintrað uppá annaðpláss saman við Manchester United. Hetta er merkisvert, tí at Liverpool hevur ligið heilt niðri á trettanda plássið fyri fáum vikum síðani.
Tann stóri spurningurin er so, um Liverpool kann nærkast Chelsea. Hetta er ikki serliga sannlíkt í skrivandi stund. Hópurin er møguliga ikki nóg breiður, og Chelsea hevur heldur ikki víst nakað serligt tekin um veikleika.
Nú skal Liverpool so til Japan at luttaka í heimsmeistaraskapinum fyri feløg, har teir skulu leika tveir dystir. Spurningurin er, um hetta fer at órógva ta gongd, vit hava sæð seinastu vikurnar. Eingin ivi er um, at venjarin Rafael Benitez kanska heldur hevði viljað hugsað um heimligu landskappingina, men sigurin í Champions League krevur, at Liverpool luttekur í Japan.
Chelsea fyri seg
Chelsea megnaði aftur hetta vikuskiftið at fáa ein tepran sigur í hús. Hesuferð var Wigan á vitjan, og Chelsea vann 1-0 við máli frá John Terry miðskeiðis í seinna hálvleiki. Júst sama uppskrift sum síðsta vikuskiftið, tá Middlesbrough var á vitjan.
Vit hava áður sæð Chelsea víst frægari spæl enn hesuferð, men eingin megnar at spæla champagnu-fótbóltur hvørt vikuskiftið. Tólv stig eru niður til nærmasta kappingarneytan, og José Mourinho svevur óivað væl um næturnar, tí hóttanin frá kappingarneytunum tykist ikki at vera serliga ræðandi hjá tí arroganta portugisaranum.
United snávaði
Dreingirnir hjá Sir Alex Ferguson høvdu eina greiða uppgávu undan heimadystinum ímóti Everton sunnudagin. Ein sigur var alt, sum taldi. Men tað tóktist ikki, sum um liðið var komið fyri seg eftir skelkin í Lissabon mikukvøldið.
Everton stríddist fyri lívinum og megnaði at fáa tað eina stigið. 1-1 gjørdist úrslitið, eftir at Everton hevði lagt seg framum eftir bert sjey minuttir. Ryan Giggs javnaði lítla løtu seinni, men United megnaði ongantíð at fáa sigursmálið.
Tað var heldur ikki tað sama flogið yvir liðnum, sum vit onkuntíð hava sæð. Ruud van Nistelrooy hevði leikbann, og Ronaldo sat á bonkinum eftir tað heldur slaka avrikið ímóti Benfica.
Arsenal í aldudali
Arsenal tapti annan dystin uppí slag, tá teir vóru á vitjan í Newcastle. Arsenal er nú dottið heilt aftur á sætta pláss. Liðið liggur enntá aftanfyri arvafíggindarnar úr Tottenham, og tað má sigast at vera ein kreppustøða á Highbury. Harumframt ganga søgurnar um, at Wenger er á veg til Real Madrid, hóast hann sjálvur vísir hesum aftur.
Fleiri høvdu væntað, áðrenn kappingin byrjaði, at Arsenal var frægasti avbjóðari hjá Chelsea, men nú vit nærkast jólum, er Arsenal als ikki við í oddastríðnum. Menninir hjá Wenger hava verið eitt stórt vónbrot hetta kappingarárið, og spurningurin er, hvussu venjarin kann lyfta sínar menn burturúr hesum aldudalinum.
Trupulleikin hjá Arsenal er á útivølli, har teir bert hava vunnið ein av átta útidystum. Hinvegin hevur liðið vunnið allar heimadystirnar.