Enska Liverpool er í samráðingum við AC Milan um ein sáttmála við fyrrverandi Manchester City áleyparan, Mario Balotelli.
Brendan Rodgers, venjari, vil hava sltjóða italska Balotelli at styrkja álopið, eftir at topp skjúttin seinasta kappingarár, Luis Suarez, fór til Barcelona.
Balotelli flutti til Milan fyri 170 milliónir krónur frá City seinasta summar og hevur skorað 30 mál í 54 dystum fyri Serie A felagið.
Liverpool fer til Etihad Stadium í øðrum Premier League dystinum í ár mánadagin.
Balotelli vil vera vísur í Champions League fótbólti í Liverpool, ið endaði sum nummar tvey aftan fyri City seinasta kappingarár.