Liverpool hevur í dag økt um munin til hini oddaliðini í Premier League. Teir vunnu seinnapartin stórsigur á útivølli móti Newcastle. Úrslitið gjørdist 5-1.
Steven Gerrard legði gestirnar á odda eftir hálvum tíma, áðrenn Sami Hyypa økti um munin seks minuttir seinni. Stutt undan hvíldini minkaði David Edgar um leiðsluna. Í seinna hálvleiki staðfestu Ryan Babel, Steven Gerrard og Xabi Alonso trygga sigurin.
Chelsea fekk bara eina stigi burturúr vitjanini hjá Fulham seinnapartin. Simon David legði heimaliðið á odda eftir lítlari løtu, áðrenn Frank Lampard við tveimum málum legði gestirnar úr Chelsea á sigurskós. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði Dempsey til endaliga úrslitið 2-2.
William Gallas skjeyt einasta málið í dystinum, tá Arsenal vann á heimavølli móti Portsmouth.
Trý stig skilja nú oddaliðini í Premier League. Liverpool hevur nú 45 stig, Chelsea 42 stig og Manchester United 35 stig. Teir hava spælt tríggjar dystir færri.
Dystirnir í Premier League í dag:
Newcastle ? Liverpool 1-5
Arsenal ? Portsmouth 1-0
Bolton ? Wigan 0-1
Everton ? Sunderland 3-0
Fulham ? Chelsea 2-2
West Bromwich ? Tottenham 2-0
West Ham ? Stoke 2-1
Blackburn og Manchester City spæla í løtuni. Í morgin fær Manchester United vitjan av Middlesbrough.