Liverpool fer eftir øllum at døma at selja stjørnuna í felagnum, Luis Suarez, til spanska stórfelagið FC Barcelona.
Tí er Liverpool farið út at leita eftir einum avloysara og tað er líkt til, at Liverpool keypir serbiskan avloysara í Portugal. Portugisiskir miðlar skriva, at Liverpool nærkast serbiska landsliðsleikaranum í Benfica, Lazar Markovic.
Prísurin fyri serbiska landsliðsleikarin tykist liggja um 190 milliónir krónur.
20 ára gamli Lazar Markovic hevur leikt 12 landsdystir fyri Serbia. Lazar Markovic kann bæði spæla sum kantur og sum áleypari.










