Talan er um 24 ára gamla Nathaniel Clyne, ið hevur havt eitt gott kappingarár við Southampton, har liðið endaði á sjeynda plássi.
Bretska Sky Sports, ið plagar at vera væl kunnað og hava grein í sínum máli, sigur seg vita, at Southampton hevur tikið ímóti einum keypsboði áljóðandi 125 milliónir frá Liverpool.
Clyne hevur bert eitt ár eftir av sáttmálanum við Southampton, og tí hevur verið væntað seinastu tíðina, at hann fór at biða felagnum farvæl. Manchester United hevur eisini víst áhuga fyri Clyne, men nú er líkt, at Liverpool stjelur mannin frá sínum arvafíggindum.