Afrikanska fótbóltssambandið hevur í dag kunngjørt, at afrikanska meistaraheitið í 2021 aftur verður spælt í januar og feburar, eftir eina roynd at hava tað í summarsteðginum.
Tað merkir at spælarar sum Mohamed Salah, Sadio Maná og Naby Keita hjá Liverpool, Pierre-Emerick Aubameyang og Nicolas Pepe hjá Arsenal, umframt eitt nú Riyad Mahrez hjá Manchester City ikki verða tøkir til upp til seks dystir í komandi kappingarári.
##med2##
Afrikanska meistaraheitið verður í Kamerun í januar og feburar 2021.