Liverpool hevur í kvøld boðað frá, at felagið hevur leigað Rhian Brewster út til Swansea, sum spælir í næstbestu deildini.
19 ára gamli Rhian Brewster hevur fingið onkran einkultan dyst fyri besta liðið hjá Liverpool hetta kappingarárið, men hevur ringt við at fáa spælitíð í kapping við spælarar sum Mohamed Salah, Sadio Mané og Roberto Firmino.
##med2##
Liverpool hevur eisini fingið tilgongd av japanska Takumi Minamino, sum saman við eitt nú Divock Origi kann dekka fremstu plássini.