Liverpool leggur afturat í breiddini

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, kalla keypið fyri ein “no brainer”

Liverpool hevur kunngjørt keypið av sveisiska landsliðsspælaranum, Xherdan Shaqiri. Bulmikli vongurin, sum flutti niður við Stoke City farna kappingarár, kostar um 130 milliónir krónur.

 

Tað stóð í sáttmálanum hjá Xherdan Shaqiri, at um Stoke City flutti niður, so kundi hann seljast um eitt felag bjóðaði 130 milliónir krónur. Í dagsins fótbóltsheimi er tað ikki so nógv, fyri ein spælara av hansara evnum metir venjari hjá Liverpool.

 

- Eg vil kalla keypið av Xherdan Shaqiri fyri ein “no brainer”. Tá ein slíkur spælari verður tøkur fyri hasar treytirnar, so mást tú reagera smart og skjótt. Hann er ein spælari, sum er passaliga arrogantur á vøllinum, til at vilja gera ein mun, sigur Jurgen Klopp.

 

Venjarin hjá Liverpool er eisini í holt við at finna ein nýggjan málverja, eftir at Loris Karius heldur fram at missar bóltar, sum vóru teir smurdir inn í olju. Emre Can er farin til Juventus, meðan Naby Keita og Fabinho eru nýggir saman við Xherdan Shaqiri.