Estlendski Ragnar Klavan verður nýggjasta keypið hjá Liverpool. Tað skriva í øllum førum fleiri enskir miðlar í morgun.
30 ára gamli verjuleikarin, sum til dagligt spælir fyri týska felagið Augsburg, fer at kosta góðar 40 milliónir krónur fyri Premier League felagið.
Ragnar Klavan, sum er liðskipari á estlendska landsliðnum, hevur seinastu fýra árini spælt fyri Augsburg í Týsklandi, har hann eisini hevur verið fastur maður.
Men komandi kappingarár verður tað altso fyri Liverpool í Premier League at estlendski landsliðsleikarin fer at tørna út.
Liverpool hevur fyrr í summar keypt tríggjar nýggjar leikarar. Teir tríggir eru Loris Karius, Sadio Mané og Joel Matip.