Bert tvær ferðirð - móti Inter og Juventus í 1965 og 1985 - hevur eydnast italsku mótstøðuni at koppa Liverpool.
Hartil kann nevnast, at Liverpool tvær ferðir verið í brotssparkskapping í finaludystinum. Báðu ferðirnar var hetta móti italskum liðum. Í 1984 var Grobbelaar stóra hetjan í dystinum móti Roma, og fyri tveimum árum síðani var tað Dudek, sum tók pippið frá brotssparksskjúttunum hjá Milan.