Tað eru 12 tímar til flytingarvindeygað letur aftur og øll eygu eru vend móti Fernando Torres. Hann hevur síðani 2007 verið ein av ímyndinum av Liverpool, men nú hevur hann staðfest, at hann vil vekk. Chelsea hevur lagt minst tvey boð á borðið, men Liverpool hevur sagt nei báðu ferðir. Nú vil ítróttarskrivari hjá Daily Mirror vera við, at Liverpool hevur góðtikið seinasta útspælið frá Chelsea. Søgurnar eru enn feskar og óváttaðar.
Fleiri miðlar siga eisini, at Liverpool vil hava Newcastle framherjan, Andy Carroll, at avloysa Fernando Torres. Newcastle hevur fyrr í hesum mánaðinum melda greitt út, at Andy Carroll er ikki til sølu. Eisini sigst Liverpool vilja hava Ashley Young og Charlie Adam, men Aston Villa vil ikki selja Ashley Young og Blackpool eru heldur ikki sinnaðir at sleppa liðskiparinum fyri sømuligan prís.
(Liverpool bjóðað 260 milliónir krónur upp á Andy Carroll, sambært flestu ítróttarskrivarinum í Onglandi, men Newcastle hevur takkað nei)
Liverpool hevur váttað, at Paul Konchesky er leigaður út til Nottingham Forest restina av hesum kappingarárinum. Vinstri bakkurin var keypur í summar, men hevur snøgt sagt einki nytta. Onkrir miðlar halda fyri, at Stephen Warnock, sum er uppvaksin í Liverpool, verður keyptur í staðin frá Aston Villa.
Tottenham eru settir í samband við fýra framherjar í Spania, men Harry Redknapp hevur júst sagt við SkySports, at hann væntar ikki at nakar kemur til Tottenham á hesum sinni. Talan er um Sergio ?Kun Aguero(Atletico Madrid), Giuseppe Rossi(Villarreal), Alvaro Negredo(Sevilla) og Fernando Llorente(Athletic Bilbao).
Um tað eydnast Birmingham at keypa/leiga fyrrverandi Newcastle framherjan, Obafeme Matins, so endar serbiski framherjin, Nicola Zigic, í sponskum fótbólti.