Eini 40 fjepparar eru í løtuni í marghøllini í Vági og hyggja at finalu.
Talan er sjálvsagt um Champions League finaluna millum Liverpool og Real Madrid, sum verður spæld í løtuni. Tað er fjepparafelagið hjá Liverpool í Suðuroynni, sum er savnað í Marghøllini, har góðar umstøður eru í flottu hølunum, sum eru uppiyvir skiftirúmunum. Har byrjaðu fjeppararnir við búffi og øðrum góðum, innan finalan byrjaði.
Á felagsmyndini eru fjeppararnir savnaðir, innan finalan byrjaði.