Liverpool fekk sigurin í yvirtíðini

Sigursmálið kom í yvirtíðini, og nú er Liverpool nummar tvey í Premier League.

Tað var grannauppgerð í Premier League í kvøld, tá ið Everton heima á Goodison Park fekk vitjan av Liverpool.


Einki mál kom í fyrra hálvleiki, og tað skuldi eisini bíðast leingi til fyrsta og einasta málið kom í dystinum, sum var merktur av høgari leikferð og stundum hørðum spæli, soleiðis sum grannauppgerðir mangan eru merktar av.


Málið kom ikki fyrr enn í 94. minutti, og tað var Liverpool, sum fekk tað. Sigursharrin var Sadio Mané, sum var fyrstur á bóltinum, sum innskifti Daniel Sturridge hevði sent á stongina.


Tey trý stigini vóru umráðandi hjá Liverpool, sum nú lyfti seg upp á 2. pláss í Premier League og er seks stig aftanfyri oddaliðið Chelsea. Everton er nummar níggju.