Liverpool fall í Basel

(Champions League) Niðurtúrurin hjá Liverpool heldur fram – nú eisini í Champions League

Meðan Liverpool mundi verið størsti taparin í Champions League umfarinum í kvøld, so greiddu feløg sum Real Madrid, Borussia Dortmund og Arsenal sín setning. Eisini vóru stig til norðurlond, tá svenska Malmø FF vann 2-0 á Olympiakos.

 

Bólkur A:

Stóri dysturin í hesum bólkinum var millum meistaraliðini úr Spania og Italia. Atletico Madrid vann dystin 1-0 við málið, sum Arda Turan skoraði í seinna hávleiki. Malmø FF, sum er einasta umboðið fyri norðurlond í bólkaspælinum, vann 2-0 á Olympiakos.

 

Atletico Madrid – Juventus 1-0 (0-0)

1-0 Arda Turan, 75

 

Malmø FF – Olympiakos 2-0 (1-0)

1-0 Markus Rosenberg, 42

2-0 Markus Rosenberg, 82

 

Støðan:

1. Juventus 3

2. Atletico Madrid 3

3. Malmø FF 3

4. Olympiakos 3

 

Bólkur B:

Real Madrid greiddi sín setning í Bulgaria. Sum vanligt so skoraði Cristiano Ronaldo. Liverpool fall í Basel, har teir hava ringar royndir frá fyrr. Marco Streller skoraði einsamalla málið í seinna hálvleiki eftir hornaspark. Liverpool hevði fleiri góðar støður í seinna hálvleiki, men serliga Raheem Sterling hevði fingið skeivt upp á bein.

 

Basel – Liverpool 1-0 (0-0)

1-0 Marco Streller, 52

 

Ludogorets – Real Madrid 1-2 (1-1)

1-0 Marcelinho, 6

1-1 Cristiano Ronaldo, 25 br

1-2 Karim Benzema, 77

 

Støðan:

1. Real Madrid 6

2. Basel 3

3. Liverpool 3

4. Ludogorets 0

 

Bólkur C:

Benfica stendur eftir við svartaper í bólki C. Teir hava einki stig, men bæði fyri teir og Bayer Leverkusen, sum bæði høvdu vóru uttan stig undan hesum dystinum, so kom tað væl við, at Zenit og Monaco deildu stigini. Sostatt er alt opið enn, men so skal Benfica hava stig næstu ferð.

 

Zenit – Monaco 0-0 (0-0)

 

Bayer Leverkusen – Benfica 3-1 (2-0)

1-0 Stefan Kiessling, 25

2-0 Heung-Min Son, 34

2-1 Eduardo Salvio, 62

3-1 Hakan Calhanoglu, 64 br

 

Støðan:

1. Zenit 4

2. Monaco 4

3. Leverkusen 3

4. Benfica 0

 

Bólkur D:

Arsenal reisti seg eftir tapið í fyrsta umfarinum, men tað kostaði Wojciech Szczesny, málverjanum hjá Arsenal, reyða kortið á vegnum. Serliga kom tað væl við, at Danny Welbeck skoraði hattrick. Borussia Dortmund vann í Belgia og hevur beina kós víðari úr bólkinum.

 

Anderlecht – Borussia Dortmund 0-3 (0-1)

0-1 Ciro Immobile, 3

0-2 Adrian Ramos, 69

0-3 Adrian Ramos, 79

 

Arsenal – Galatasaray 4-1 (3-0)

1-0 Danny Welbeck, 22

2-0 Danny Welbeck, 30

3-0 Alexis Sanchez, 41

4-0 Danny Welbeck, 52

4-1 Burak Yilmaz, 63 br

Reytt kort: Wojciech Szczesny, 60

 

Støðan:

1. Borussia Dortmund 6

2. Arsenal 3

3. Anderlecht 1

4. Galatasaray 1