Live – liv, livi og livandi

Jonhard Mikkelsen vírsir í grein í Sosialinum fríggj­­­a­dagin annan mars á málspillu og vill­ur í lýs­ingini frá Fyri­byrg­ing­ar­ráð­­num um tubbak. Takk fyri tað og eg harmist eins og tú um villurnar. Men um orðið ”live” eri eg tó í iva.

Pál weihe
Formaður, Fyribyrgingarráðið

Afturlítandi má eg við­ganga, at tá lýsingarstovan vísti mær uppskotið um at seta enska orðið ”live” inn í tekstin, tók eg undir við tí. Grundirnar hjá mær vóru at ”live” eftir míni fatan ikki var ein part­­ur av tekstinum, men at rokna sum ein partur av myndaheildini í lýs­ing­ini. ”Live” hevði týðiligt frá­­brigdi í tekstinum, tí tað var skrivað við aðrari skrift og við reyðum. Hetta orðið, sum flest all­ir ungir føroyingar kenna eins væl og teirra móð­ur­mál, skuldi spæla upp á tess margfaldu týdningar á enskum: bæði boðs­hátt­in, ynskisháttin og lýs­ing­ar­­hátt­­in. Ella á føroyskum “liv!”, “tú livi” og “liv­andi”.
Kann vera, tú hevur rætt, at onkur, møguliga mong, hava misskilt lýs­ing­­ina, men tað er so prís­ur­in, vit mugu gjalda, tá vit royna at vera ”fiks” og vilja geva einum turr­um boðskapi flog. Tað var ikki okkara ætlan at bjóða enskum orði inn til okk­­ara at vera, men bert at brúka eitt alkent orð, júst sum tá vit bjóða Clint­on at røða okkara mill­um.