Hóast báturin koppaði einaferð og Livar Nysted einaferð var slongdur úr bátinum, so stúrdi hann ongantíð fyri lívi sínum. ? Eg visti tað kundi vera vandamikið, so eg var væl fyrireikaður. Vit høvdu eisini ein tryggan bát og manningin var heimsins besta, segði Livar Nysted við Rás2 fyri løtu síðani.
Livar Nysted og hinir tríggir, sum vóru við at sigla lítla bátin, Artemis Investments, tvørtur um Atlantshavið, komu í land á Falmouth í Suðuronglandi leygardagin. Eftir 44 samdøgur á sjónum er Livar Nysted tó væl fyri.
? Eg eri væl fyri bæði kropsliga og sálarliga. Nú eri eg ein nokkso avslappaður persónur, men eg haldi størsta pressi merkti eg áðrenn túrurin byrjaði. Tá skuldu vit skaffa stuðlar fyri yvirhøvur at koma avstað, og tað var meira stressandi enn sjálvur túrurin tvørtur um Atlantshavið, sigur Livar Nysted.
Í løtuni tekur Livar Nysted sær av løttum í Suðuronglandi saman við sínum allarnærmastu. Hóskvøldið er ætlanin, at hann kemur heim ? og her kunnu vit leggja aftrat, at tað verður við flogfarið.
? At rógva frá Onglandi til Føroya, tann túrin má eg eiga til góðar, sigur Livar Nysted.










