Livar setti tvey met í nátt

Í nátt hava Livar Nyseted og hinir tríggir umborð á Trio, sum eru á ferð at rógva um Indiahav, sett tvey heimsmet í nátt.

Tað skrivar trip.fo, sum fylgir við ferðini hjá Livari og  teimum.

 

- Í nátt hava teir róð longsta teinin eitt seks tíma skeið við tað, at teir róðu 24,1 fjórðingar, ella 44,6 kilometrar.

 

Hetta seinasta samdøgurið hava teir róð teir heilar 88,3 fjórðingar, ella 163,5 kilometrar.

 

Sostatt kann ikki kann sigast annað, enn at tað gongur sera gott hjá teimum í løtuni, sigur heimasíðan. 

 

Næstu dagarnar sær veðrið út til at halda sær og tað verður landsynningur 5 - 15 m/s. 

 

Í gjár var annars ein serligur dagur á ferðini, tí tá komu teir niður um 1000 fjórðinga markið og nú hava teir áleið 850 fjórðingar eftir á mál.

Myndin er av trip.fo