Livar Nysted á Klaksvíkar bókasavni

Hóskvøldið klokkan 19.30 verður fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni, har Livar Nysted fer at siga frá ferðini við árabátinum Artimis Investments tvørtum um Atlantshavið.

Livar Nysted róði saman við trimum øðrum frá New York til Falmouth. Málið við túrinum var at klára at rógva í minni enn 55 dagar og harvið sláa gamla metið at rógva hendan tein, hetta hevur staðið í 114 ár.

 

Tað eydnaðist Livari og hinum trimum at klára gamla metið, og komu teir á mál eftir at hava róð í 43 dagar, 21 tímar, 26 min.

 

Á Bókasavninum hóskvøldið fer Livar Nysted umframt at siga frá ferðini eisini at vísa myndir frá túrinum.