Livar Nysted og teir hava verið í illveðri. Í gjár fór báturin hjá teimum runt, og Livar var tveittur fyri borð og mátti svimja aftur til bátin. Í gjár var rættiligt illveður á leiðini, har Livar Nysted og teir rógva á leiðini úr USA til Onglands.
Vindurin var 20 m/sek við glæðum upp í 25 m/sek. Báturin hjá teimum fór runt í illveðrinum, og Livar varð tveittur fyri borð. Hann hevði tó línu á sær, sum allir hava umborð og svam aftur til bátin.
- Nú hitar hann seg aftur í einum soviposa, men veri ikki stúrin. Alt er í lagi her. Allir eru tryggir og heitir, skriva teir av bátinum til heimasíðuna trip.fo
- Norðuratlantshavið fór ongantíð at lata okkum koma ígjøngum uttan hesa royndina, og vit hava bíðað eftir hesum allatíðina. Men tað hevði verði deiligt at sloppið undan.
Livar og teir hava umleið 900 sjómíl eftir at rógva.










