Eftir 44 samdøgur á sjónum og metróður um Atlantshavið er Livar Nysted seinnapartin í dag komin á land í Scillyoyggjunum. Tað var stórur fagnaður, tá ið Livar Nysted úr Hvannasundi og bátsfelagar hansara seinnapartin komu á land í Scillyoyggjunum.
Teir fóru úr New York, og eftir 44 dagar á sjónum hava teir tikið 114 ára gamla metið frá 1896, sum var at rógva henda teinin í 55 samdøgur.
Gamla metið áttu norðmenninir Frank Samuelsen og George Harbo, sum stutt frammanundan vóru fluttir úr Noregi og yvir til USA at búgva.
Livar hevur róð saman við trimum feløgum. Familjan hjá Livar er farin úr Hvannasundi og niður at taka ímóti honum, og tey fóru saman við familjunum hjá hinum trimum við báti út at heilsa teimum.
Saman við teimum var eisini føroyski umboðsmaðurin í London, Áki Johansen, og tað er hann, sum hevur tikið hesa myndina, sum er av dótturini og Livari, sum heilsast, eftir at pápin hevur verið 44 samdøgur á opnum havi í lítlum báti!