Í fjør skipaði Porkeris Bygdarsavn fyri altjóða verkstovu í Porkeri, ið snúði seg um leiklutin hjá lokalum søvnum í ferðavinnuhøpi. Verkætlanin er stuðlað av arktisku samstarvsskránni, NordRegio, ið er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. NordRegio varð so væl nøgt við úrslitið av hesi verkstovu, at stovnurin valdi at stuðla verkætlanini við enn einum ári.
Porkeris Bygdarsavn, ið hevur leiklutin sum leiðari av verkætlanini (lead partner), fekk heiðurin av vertsleiklutinum í fjør, og í ár gongur leiðin so til Norðurnoregs, og er tað í ár Midt-Troms Museum, ið skal verða vertur fyri verkætlanini. Eftir ætlan fara luttakarar úr báði Føroyum (Porkeris Bygdarsavni), Íslandi (Norska Húsið - Byggðarsafn Snæfellinga og Hnappdala og Þrísker ehf.) og Grønlandi (TAKO-Consulting) til Målselv í Midt-Troms, væl stuðlað av Fonn Flog. Umboð fyri Midt-Troms Museum taka ímóti, og her verður skipað fyri báði altjóða verkstovu og leiðarafundi.
Spennandi skrá í Midt-Troms
Eftir ætlan savnast øll á gistingarhúsi í Målselv á kvøldi 5. september, áðrenn farið verður til ró. Morgunin eftir verður Midt-Troms Museum vertur fyri eini sera áhugaverdari rundferð, har vitjað verður á Bardu Bygdetun, Kramvigbrygga og Lenvik Museum, ið øll eru søvn undir veingjabreiðinum hjá Midt-Troms Museum. Hetta verður gjørt, so útlendsku luttakararnir sleppa at síggja ítøkilig dømi uppá, hvussu norðmenn skipa sítt savnsvirksemi. Mett verður, at serliga norðmenn eru frammarlaga í savnshøpi, og tí vænta okur, at luttakararnir fara at læra nógv av hesari rundferðini. Í 2013 hátíðarhalda norðmenn sonevnt ’Stemmerettsjubileum’, tí 100 ár eru liðin, síðani norskar kvinnur fingu atkvøðurætt á jøvnum føti við menn. Í tí sambandi eru verkstovuluttakararnir bodnir til konsert í Målselv, ið m.a. Midt-Troms Museum skipar fyri.
Morgunin eftir, leygardag, byrjar so sjálv verkstovan (workshop) og seriøsa savnsarbeiðið. Leiðarin á Midt-Troms Museum, Lisa Gay Bostwick, hevur skipað fyri, at fyrrapartin leygardag verður áhugaverdur fyrilestur um savnsarbeiði, og seinnapartin verður so verkstova, har okur fara at kjakast og tosa um, hvussu væl ávegis tey ymisku savnsprosjektini eru komin.
Sunnumorgun fer so Tor Jessen frá fyritøkuni PlayCreate, ið hevur serfrøði innan útstillingar – og sum hevur tætt samstarv við Midt-Troms Museum – at hava fyrilestur fyri verkstovuluttakarunum um, hvussu søgur – báði praktiskt og teoretiskt – kunnu miðlast til almenningin. Seinnapartin verður leiðarafundur, har tikið verður saman um, hvussu alt prosjektið higartil hevur hilnast, men eisini, hvussu arbeitt verður framyvir. Meðan leiðarafundurin er, fara hinir luttakararnir á eina lítla útferð í økinum, ið Midt-Troms Museum skipar fyri. Sunnukvøldið endar verkstovan við einum felags døgverða, har borðreitt verður við lokalum mati.
Mánamorgun fara verkstovuluttakararnir so aftur í hvør sína ætt – vónandi nógvar upplivingar ríkari, ið tey kunnu taka við sær í viðførinum.
Porkeris Bygdarsavn fer síðani at eftirmeta verkstovuna og at enda lata NordRegio eitt skriv, ið tekur saman um gongdina hjá verkætlanini fyri árið 2013, og vónandi fer hetta at hava við sær, at okur fáa játtað stuðul til enn eitt spennandi ár við ’Livandi Søvnum í Arktis’.