LIVA verður aftur í ár

Festivalurin á Tvøroyri verður aftur í summar og tvey nøvn eru avdúkað.

Í fjør var LIVA festivalurin fyrstu ferð hildin á Tvøroyri. Hann var á gamla vøllinum á Sevmýri.

 

Boðað er frá, at festivalurin verður aftur í ár fyrst í juli.

 

Tvey nøvn eru avdúkað. Tey eru Black Sabbath Tribute, har føroyski sangarin úr Faith, Dagfinn Joensen, er sangari.

 

Hitt navnið er Shotgun Revolution, sum í Danmark er kendur sum góður live-bólkur.

 

Á myndini sæst Shotgun Revolution.