Meditatión, fitness og tailendskur matur eru summi av tilboðunum, ið fyrsta LIVA tiltakið hevur at bjóða. - Vit føroyingar hava leingi tosað um at liva sunt, um heilsu og vælveru, men nú mugu gera okkurt við hetta, sigur Annika Steintórsdóttir Biskupstø, ið er ein av fyriskiparunum av LIVA tiltakinum.
LIVA verður 14. februar, og má sigast at verða heldur øðrvísi enn tað vit føroyingar áður hava sæð. Ætlanin er sambært Anniku, at fólk skulu koma á tiltakið, og verða mint á at liva lívið hvønn dag - at liva í nú?inum.
Ætlanin er at ein yoga instruktør skal vísa áhugaðum hvussu ein mediterar, og hvussu ein betri kemur í samband við sínar kenslur.
Tailendskar kvinnur gera tailendskan mat á tiltakinum, meðan luttakararnar fáa høvið at uppliva mótashow og workshops av ymsum slag, umframt tónleika framførslur við teimum bestu tónleikarunum í Føroyum. Meira verður kunngjørt um tiltakið sum frá líður, og Annika Steintórsdóttir Biskupstø verður gestur í morgunsendingini á Rás2 í morgin, har hon fer at greiða meira frá tiltakinum.