Lív skoraði í fjórðingsfinaluni í steypakappingini

Ajax móti lúta í fjórðingsfinaluni

19 ára gamla Lív S. Poulsen skoraði eitt mál tá lið hennara, Ajax tapti 22-29 fyri København Håndbold í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini. Í steðginum var útiliðið greitt á odda 17-9.

 

Í bestu donsku hondbóltsdeildini hevur Lív fingið spælitíð.

 

Tá Ajax tapti 24-32 (10-16) fyri stuttum skoraði Lív tvey mál fyri Ajax.

 

Ajax liggur á sjeynda plássi við seks stigum fyri fimm dystir. Odense, Herning-Ikast og Viborg eru fremst við 10 stigum. 

 

Komandi leygardag tekur Ajax móti Esbjerg á heimavølli. Esbjerg hevur eins og Ajax seks stig fyri fimm dystir.