Liv & Maddie er komin á føroyskar skíggjar

Liv & Maddie sendirøðin, ið føroysku Baroli Music hava skrivað eyðkennislag til, er byrja á donsku Disney Channel í dag, og er sostatt eisini á føroyskum skíggjum.

Liv & Maddie sendirøðin, ið føroysku Baroli Music hava skrivað eyðkennislag til, er byrja á donsku Disney Channel í dag, og er sostatt eisini á føroyskum skíggjum.

Herfyri stóð at lesa um, at føroyska sangskrivingar-verksmiðjan hjá Bárði Háberg og Óla Jógvansson, Baroli Music, hevði skrivað og framleitt eyðkennislagið til nýggju Disney røðina "Liv and Maddie".

Røðin byrjaði í USA tann 15. september hevur havt hyggjaratøl hvørja ferð, ið hava ligið um 3-4 milliónir.

Sum frálíður fer røðin at verða víst um allan heimin. Hon er m.a. byrjað í Avstralia og Bretlandi. Nú kl. 17 føroyska tíð var so endiliga møguligt hjá føroyskum hyggjarum at síggja røðina við føroysku tónunum.