Tá Løgtingið varð sett fyrr í dag, vóru nógv fólk savnað á Vaglinum. Men so skjótt, sum alt var liðugt á Vaglinum, hvarv so at siga alt fólkið. Nokk hevur tað verið vegna tað váta veðrið, sum hevur plágað Havnina allan seinnapartin.
Men nú tað er farið av nátturðatíð, er lív veruliga við at koma í býin.
Ein mamma, sum stendur í kø at keypa eina ballón, meðan sonurin ivast í, um tað skal vera ein Spiderman ella ein sjórænaraballón. Eitt ungt par, bæði íklædd okkara tjóðarbúna, sum fer gangandi oman eftir Áarvegnum. Ein eldri maður, sum situr og tosar við ein annan mann, har teir samanbera ólavsøkuna nú í mun til fyrr. Ymiskt er, hvat tey ymisku gera, men øll njóta tey ólavsøkuna og seta sín dám á býin.
Veðrið er vorðið ordiliga gott. Tað er turt og lýtt. Regnskjólini sleppa at hvíla seg eina løtu til gleði fyri allar ólavsøkugestir.










