Løgtingið hevur akkurát felt uppskotið um, at loyva samkyndum í Føroyum at giftast.
Men kjakið vil ikki doyggja og nú gera eisini føroyskir útisetar sítt til at halda lív í kjakinum.
Klokkan 20 í kvøld, fríggjakvøldið, skipar Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, fyri kjaki í Føroyahúsinum um samkynd hjúnalag í Føroyum
Tiltakið, sum hevur fingið heitið. Hjúnatos, fara tey at leggja serligan dent á kjakið, sum hevur verið um hjúnabandslógina, og tann løgfrøðiliga partin av málinum.
Hví snýr so stórur partur av kjakinum seg um átrúnað, um so er, at tað í veruleikan snýr seg um løgfrøði?
Á fundinum í kvøld fer Bjørk Maria Krog Olsen, sum lesur løgfrøði, at greiða frá, hvat tað løgfrøðiliga merkir fyri tey samkyndu at kunna giftast. |
Rógvi Olavson, ið hevur lisið politiska kommunikation, samfelag og mentan, fer at viðgera samfelagsligar síður av kjakinum og Solveig Hanusardóttir Olsen, sum hevur lisið átrúnað, fer at greiða frá, hvørjar átrúnarligar grundgevingar verða nýttar í kjakinum.
Og at enda fer Turið Nolsøe, ið lesur retorikk, at siga frá, hvørji retorisk eyðkenni eru í kjakinum.










