Álitismaður 80 ár

13. juli fylti Havstein Ellingsgaard 80 ár.


Hann er eiðismaður, føddur á Látrinum í 1926. Foreldrini vóru Jóhanna av Trætistykkinum og Jørgen Ellingsgaard, úr Garði.
 
Hann vaks upp í tryggum umhvørvi á Eiði, hóast kørgu tríatiárini ikki altíð vóru so hugalig, komu øll væl undan. Undir krígnum fekk hann arbeiði frá eingilskmonnum sum bygdu hús uppi á Kolli, og í 1944 fór hann til Íslands at arbeiða á bóndagarðinum hjá gitna íslendska rithøvundanum, Gunnari Gunnarsson, har hann var í hálvtannað ár.
 
Í 1946 fór hann á Føroya Fólkaháskúla og á heysti 1947 á keypmansskúla í Keypmannahavn. Heimafturkomin av lestrarferð fekk hann starv á heilsøluni hjá Poul Hansen, og eftir at starvast har í eitt ár vóru boð eftir honum at koma á starv á skrivstovuna hjá D.P. Højgaard á Toftum, og 1. mai 1950 tekur hann við starvinum har, og var hann í arbeiði hjá teimum í 20 ár.
 
Tá D.P. Højgaard lat timburhandil upp í Runavík í 1953 var hann biðin um at átaka sær starvið sum stjóri, og tað starvið røkti hann til 1970. Um hetta mundi hevði hann tvey stjórastørv, tí árið fyri tók hann við stjórastarvinum á Lynfrost, og var stjóri har í 10 ár. Aftaná hetta drúgva tíðarskeið segði hann stjórastarvið frá sær, og gjørdist umboðsmaður fyri Føroya Brunatrygging og Føroya Lívstrygging. Seinni fór hann at arbeiða við øllum tryggingarmálum, til hann fór frá 67 ára gamal.
 
Havstein hevur eisini røkt almenn álitisstørv. T.d. kann nevnast at tá Ráðfiskagrunnurin varð stovnaður í 1975, fekk hann sæti í nevndini fyri grunnin sum boð fyri ráðfiskakeyparnar. Hetta starv røkti hann í trý ár.
 
Í 1953 bygdi hann hús í Runavík, og 1954 giftist hann við Odu Højgaard av Toftum. Tey eiga fimm børn, fýra døtur og ein son.
 
Fyri tveimum árum síðani høvdu tey bæði gullbrúdleyp, og dagurin var hildin saman við familjuni.
 
Aftaná at hava búð í 45 ár í Runavík, fluttu tey bæði í nýggj hús á Toftum fyri 8 árum síðani, sum tey sjálvi lótu byggja, beint við síðuna av barnaheiminum hjá Odu.
 
Havstein hevur veriði virkin innan heimamissiónina. Veriði formaður fyri Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum í fleiri ár, og tá hann flutti til Toftir á búgva legði hann hetta starv frá sær. Traðarlívið hevur verði ein týðandi táttur í lívi hansara, og hevur hann trúliga vitja missións- og kirkjugátt.
 
Havstein er fryntligur, góðsligur og røkin maður. Altíð við tí góða orðinum, og er góður í ráðum.
 
Nú hann er komin upp í árini, er hann framvegis virkin á sín hátt. Ikki so sjáldan síggjast konan og hann til gongu, og tá veðrið er til vildar eru tey eisini virkin í urtagarðinum. Nú mundi eg gloymt goymdu evnini sum listamaður. Hann hevur framleitt mong listaverk gjøgnum árini, sum ikki standa aftanfyri teir bestu. Spell at hann ikki hevur gjørt meira burtur úr hesum ítrivi.
 
Ein álistimaður rundar nú áttati ár, og vit eru mong sum hava notið gott av tínum blíðskapi, og takk fyri tað sum tú hevur verði fyri okkum øll. Vit ynskja tykkum báðum nógv góð ár aftrat. Hjartaliga tillukku.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lasse<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$