Í góðveðrinum flaggdagin høvdu nógv fólk leitað sær til flaggdagshald í Vági. Haldið var sum vant við minnisvarðan. Annars var haldið fyrr á Fløtuni Fríðu, har Nólsoyar Páll í sínari tíð bygdi Royndina Fríðu og í ár eru 200 ár síðani hesa hending.
At tað í ár var Jóannes Eidesgaard, løgmaður, ið helt flaggrøðuna, lokkaði óivað eisini áhoyrarar.
Løgmaður helt góða og viðkomandi røðu og hann bað lurtaran sjálvan meta, hvørt tað var løgmaður, ein suðuroyingur ella ein tvøramaður, ið helt røðuna. Litirnir í Merkinum umboða eina felagskenslu, ið eisini minnir á stóru løturnar og kenslurnar gera okkum til eina tjóð, segði løgmaður.
Men hann hugleiddi eisini um tað smáa í tí stóra, um heildina og samansetta lív okkara. Øll eru vit partar av størri heild og tó partar av smærri eindum og so kann ein samanbera byrjan løgmans, sum jú er suðuroyingur og tvøramaður, umframt løgmaður.
Vit eru øll partar av ymsum felagsskapum, skótar hoyra til ymsar patruljur, vit hoyra til ymisk ítróttarfeløg og so framvegis, men tað byrjar í nærumhvørvinum, segði løgmaður millum annað og bendi sostatt hugan aftur á stóru felagskensluna, ið savnast undir Merkinum, og ger okkum til part av tjóðini.
Syðra helvt ikki við í framburði
Løgmaður staðfesti, at júst Vágur og syðra helvt av Suðuroynni, ikki hevur fingið lut í framburðinum, sum verið hevur seinnu árini. Men tá kreppan herjaði, fekk hesin parturin av landinum tó sín ríkiliga lut.
Tó hava betri tíðir verið á staðnum. 200 ár eru síðani Nólsoyar Páll bygdi far sítt Royndina Fríðu og gingu vágbingar á odda eftir hetta í framburðinum á mongum økjum her á landi.
Men ikki ber til at bíða eftir nýggjum einstaklingum og úrmælingum, segði løgmaður. Fólkið skapar framtíðina í felag og tað at bíða loysir sum heild onki. Initiativið skal koma herfrá, minti løgmaður á í røðu síni í Vági.
Men øskukalt er ikki í Vági, segði løgmaður, og nevndi eina rúgvu av tiltøkum, serliga innan mentan, sum til dømis Kirkjukóri Ljóm og sendingar í ÚF, har vágbingar eiga sín stóra part.
Umboðandi landspolitikkin metti løgmaður, at uppgávan er at skapa syðru helvt av oynni javnbjóðis treytir at virka undir og so er eisini umráðandi, at tey ungu trívast og hava okkurt at koma aftur til, um tey leita burtur at royna seg, segði løgmaður Jóannes Eidesgaard millum annað í flaggrøðu síni í Vági.
Ljómur setti sum vant dám á løtuna við frálíkum sangi. Skótaliðið Royndin skipar fyri haldinum og í samband við, at 200 ár eru síðani at Nólsoyar Páll bygdi far sítt, bjóðaði skótaliðið kaffi og køkur í skótahúsinum. Skótaliðið hevur navn eftir fari Nólsoyar Pálls.