Kanningar, sum Havstovan hevur gjørt í ár, vísa, at gróðurin á landsgrunninum í ár hevur verið sera lítil.
Havstovan ger á hvørjum sumri í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopum mátingar av plantuati í Skpunarifirði. Hesar mátingarnar umboða væl tær innaru landgrunsleiðirnar. Úrslitini frá mátingunum í ár vístu tær lægstu nøgdirnar av plantuæti síðani 1997, tá hesar mátingarnar byrjaðu.
Eisini samlaða framleiðslan av plantuæti á Landgrunninum var av tí minsta, sum mátað er, síðani tær kanningarnar byrjaðu í 1990.
– Árini frammanundan hava vit sæð eitt rættiliga gott samsvar millum broytingar í gróðri og í fiski á Landgrunninum. Tó hevur tilgongdin av toski og hýsu hesi seinastu árini verið nakað minni enn væntast kundi út frá gróðrinum einsamøllum, skrivar Havstovan.









