Lítil áhugi at granska í skúlaviðurskiftum

Vilja vit menna eitt ávíst øki við gransking, er ein vegur at raðfesta politiskt við eini oyramerktari játtan. Tað sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum við heimasíðuna skulabladid.fo.

 

Nú um dagarnar kunngjørdi Granskingarráðið, hvørjar verkætlanir fáa granskingarstuðul; 10 spennandi verkætlanir, sum taka støði í vinnu, jarðfrøði, heilsu, sjúkrarøktarfrøði, málfrøði og øðrum. Eingin av verkætlanunum tekur støði í útbúgvingarøkinum ella skúla og undirvísing sum heild, og frammanundan eru sera fáar verkætlanir stuðlaðar á økinum. Hetta kann undra, tá ið vit vita, at tað ferð eftir ferð verður víst á tørvin á gransking í føroyskum viðurskiftum á júst hesum økinum, og tað í sama viðfangi verður sagt, at vit hava hópin av dátu at granska út frá, so sum PISA-kanningar gjøgnum fleiri ár eins og landsroyndarúrslit.

 

Eisini stjórin í Granskingarráðnum, Anniku Sølvará, hevur bitið merkið í hetta:

 

- Tað er spell, at vit ikki stuðla fleiri verkætlanum á hesum økinum, tí tørvurin er eyðsýndur.

 

Annika Sølvará hevur eitt boð uppá, hví so er; tað skyldast í størstan mun, at tað eru fáar ella ongar umsóknir á økinum, í øðrum lagi, at tær ikki verða mettar at vera nóg góðar.

 

- Kapping er gaman í um pengarnar, men tað hevði verið møguleiki at fingið stuðul, um fleiri umsóknir vóru sendar inn, sum vóru væl gjøgnumarbeiddar og høvdu nóg dyggan stuðul við sær.   

 

Granskingarráðið fær fyrispurningar frá fólki, sum vilja granska á hesum økinum, men ikki nógvar.

 

- Tá eitt granskingarøki ikki er sterkt frammanundan, skal tað meira til enn annars at kveikja nýggjar spírar og fara undir nýtt virksemi. Vantandi arbeiðs- og fíggjarorka er ein av stóru avbjóðingunum á hesum økinum, men eisini vantandi royndir.