Eitt lítið ferðsluóhapp var á Sandi í gjár

- Tveir bilar bóru við hvønn annan, men hetta hevði lítið upp á seg, sigur løgreglan.

Eftir afturvendandi løturnar herfyri við svarthálku, har nøkur smærri ferðsluóhapp vóru, hevur bilaferðslan eftir øllum at døma gingið væl.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at eitt lítið ferðsluóhapp var á Sandi um 21-tíðina í gjárkvøldið. 

 

Óhappið, sum sambært løgregluni hevði lítið upp á seg, var á leiðini, har vegurin niðan av Sandarfløtti kemur niðan móti høvuðsvegin.

 

- Tað var onkur løta í gjárkvøldið, har tað var hált í støðum, men vit vita ikki, um hálka hevði nakað við hetta ferðsluóhappið at gera.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at bilførararnir snakkaðu saman, men óhappið hevði lítið upp á seg, og í mesta lagi fingu bilarnir smávegis skeinur.