Fríggjadagin 5. juni, tað er grundlógardagin, klokkan 17, hevur Vestmanna Sangkór konsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku summarsangum, og uppií nakrir svenskir, íslendskir og enskir sangir, siga fyriskipararnir. Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.
Áðrenn konsertina í Fiskivinnuskúlanum fer Vestmanna Sangkór inn á heimið á Grønanesi at syngja nakrar sangir fyri búfólkum og starvsfólki har.