Baltic Cup kappingin í Litava er av. Føroyar spældu tíðliga seinnapartin finalu ímóti vertunum, og Litava vann 2-0.
Fyrra málið skoraði Rimante Jonusaite eftir hornaspark, tá ið eitt stórt korter var farið, og seinna málið við brotssparki, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var Ugne Lazdauskaite.
Talan var um vinardyst, og sammett við, tá ið Føroyar vunnu ímóti Estlandi, hevði føroyski venjarin, Lene Terp, broytt liðið á fleiri plássum. Anna Súnadóttir vardi málið, Sarita Maria Mittfoss var í miðverjuni, Sara Samson Lamhauge var nýggj á miðvøllinum, og framrættað í høgru var Julia Helena Dal Henriksen, sum fyri fyrstu ferð var millum tær fyrstu ellivu.
Heidi Sevdal var fyri 60. ferð á landsliðnum, og tá ið Olga Kristina Hansen seks minuttir undan leikloki loysti hana av, var hon eisini fyri 60. ferð á landsliðnum.
Tíggju minuttir undan leikloki varð Emma Hansdóttir sett á vøllin fyri Leu Lisberg. Hetta var fyrsta ferðin, at 20 ára gamla Emma var á lansliðnum.
Tølini siga, at Litava hevði vann seks hornaspørk og Føroyar tvey, og at Litava vann fimm stórar møguleikar og Føroyar tveir. Tann fyrra vann Sarita Maria Mittfoss, tá ið stórur hálvur tími var farin, men tað varð bjargað til horna, og tann seinna vann Hervør Olsen átta minuttir eftir steðgin, men bólturin fór framvið málinum.
Næsti dysturin hjá kvinnulandsliðnum verður 16. september, tá ið Spania verður gestur í HM undankappingini.
Føroyar: Anna Súnadóttir Hansen – Maria á Lakjuni, Sarita Maria Mittfoss, Rakul Maria Johannesen, Ásla Johannesen – Julia Helena Dal Henriksen (Tóra Mohr, 46.), Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal (Olga Kristina Hansen, 84.), Sara Samson Lamhauge, Lea Símunardóttir Lisberg (Emma Hansdóttir, 81.) – Hervør Olsen
Á beinkinum: Óluva Allansdóttir Joensen, Birita Ryan, Julia Naomi Mortensen
Venjari: Lene Terp