Í dag fær tingið álitið frá trivnaaðrnevndini um broytingarnar í hjúnabandslógini.
Uppskotið snýr seg um at geva samkyndum loyvi at giftast borgarliga. Málið var til 3. viðgerð herfyri, men var beint aftur í trivnaðarnevndina.
Nú hevur nevndin so arbeitt nakrar vikur afturat og kemur við álitinum í dag. Nær nýggj 3.viðgerð verður vita vit ikki enn, men helst verður tað í endanum av vikuni ella fyrst í næstu viku, tí tá er ætlanin at tingið fer í sumamrfrí.
Ilt er at meta um, um málið fær undirtøku í Løgtinginum hesaferð, men fleiri tingfólk meta, at nú verður málið samtykt.