Lokalblaðið Norðlýsið reisir í oddagrein spurningin, um Sjónvarpið hjá Kringvarpinum ikki átti at loyvt øðrum framleiðarum fram at sendinetinum.
- Stóran part av døgninum sendir Kringvarpið ein ýlitóna og eina grafiska mynd í hvørt heim í landinum. Hetta er sera trupult at skilja, tí tað eru fleiri onnur sum framleiða sjónvarpstilfar, so sum lýsingar, filmar, konsertir, stevnir, kirkjuligir fundir, festivalar og annað, skrivar Norðlýsið í oddagreinini.
- Men hesi sleppa ikki framat í Kringvarpinum uttan at tilfarið fyrst verður góðkennt og góðskumett út frá nøkrum sera høgum tekniskum standardum. Úrslitið kenna vit - ein ýlitóni í sjónvarpinum.
Norðlýsið heldur, at Kringvarpið skuldi lækka gáttina nakað og loyvt øðrum at sent tilfar á almenna sendinetinum hjá Sjónvarpinum.
- Við at halda fast um útlendskar sendingar, endursendingar og ýlitóna hevur Kringvarpið virkað sum ein dýna oman yvir føroyskum kreativiteti, meðan nøkur útvald hava fingið frítt rásarúm, at koma á tal við alla tjóðina fyri lurtarans rokning.Og tá hesi ikki tíma at senda - verður ýlitóni sendir til tjóðina, skrivar Norðlýsið.