Listin verður niðurlagdur. Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, ið hava staðið fyri listablogginum, boða í dag frá, at bloggurin verður niðurlagdur. Hetta skriva tær á listinblog.blogspot.com Tær fara at nýta hesa næstu tíðina sum umhugsunartíð og fáa so at síggja, hvør framtíðin hjá blogginum og teirra samstarvi er.
Hesi seinastu fýra árini hevur bloggurin ment seg til at gerast ein tann týdningarmesti mentanarbloggurin í Føroyum. Men í morgin er liðugt. Hesi fýra árini hava ein hálv millión fólk lisið bloggin og tær hava skrivað 2337 innlegg.
Tær siga, at tær eru stoltar av teirra arbeiði hesar fýra árini og meta sjálvar, at tær hava havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum. Tær nevna sjálvar kvinnuvikur og listaverkføll millum avrik síni, men siga, at nú er tíðin komin at seta seg niður, og hyggja at leiðini víðari.