Eftir 2. og 3. uppstillingarfund er Tjóðveldi tilreiðar við listanum í Suðurstreymi til komandi løgtingsval Fimm kvinnur og seks menn eru á valevnislistanum hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag til komandi løgtingsval. Í bókstavarøð eru valevnini:
Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur
Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sosialráðgevari
Bjørt Samuelsen, frílans
Finnur Helmsdal, løgtingslimur
Høgni Hoydal, løgtingslimur og fólkatingsmaður
Ingeborg Godtfred, skrivari
Mads Andrias Winther, fyrrverandi rektari
Maud Wang Hansen, námsfrøðingur
Petur í Gong, vinnurekandi
Róaldur Jákupsson, vinnurrekandi
Sjúrður Skaale, vinnurrekandi
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag sigur, at felagið fer beinan vegin at fyrireika valstríð, og saman við valevnunum, hinum økisfeløgunum og floksleiðsluni at brynja seg út til eitt avgerandi og spennandi valstríð.