Listhandverk við lív og sál

Fríar tulkingar av eini felags bók er evnið á framsýningini »við lív og sál« hjá einum bólki av listhandverkarum frá Bornholm. Framsýningin í Norðurlandahúsinum er tann fyrsta í norðurlendsku verkætlanini Oyggja-snið


Í løtuni gongur ein bólkur av listhandverkarum frá Bornholm og ger klárt til eina rættiliga serstaka framsýning uppi í Norðurlandahúsinum. Framsýningin, ið hevur heitið »við lív og sál«, byggir á eina bók, sum bólkurin fór undir at gera fyri tveimum árum síðani.

Sermerkta bókin gevur eitt heldur øðrvísi innlit í arbeiðið hjá bólkinum, ið kallar seg ACAB (Arts & Crafts Assosiation Bornholm), har heili 51 listhandverkarar frá Bornholm eru limir. Í bókini hava limirnir fingið hvør sína síðu, sum tey sjálvi hava skrivað og sniðgivið á ein hátt, sum endurspeglar handverkið hjá tí einstaka. 



Prutlandi skapanargleði

Á framsýningini »við lív og sál« hava listhandverkararnir tikið hugskotið við bókini eitt fet víðari. Hesuferð hevur uppgávan nevniliga verið at gera eina ímyndandi bókaopnu úr tí tilfari, sum tey hvør í sínum lagi arbeiða við, tað vil siga antin úr tekstil, træi, glasi, leir ella metalli.

Úrslitið má sigast at vera óvanliga fjølbroytt við ein framsýning, har hugflogið spreingir øll mørk og skapanargleðin mest sum prutlar undir hvørjum einstøkum verki.

Eitt nú hevur ein av kvinnunum, sum arbeiðir við tekstil, skipa sína opnu sum ein DNA strong við 51 liðum. Ein onnur hevur kutað síðurnar í lepar, sum hon síðani hevur vovið til eina nýggja bókaopnu. Ein av leirlistamonnunum hevur sett eina røð av smáum hondum, sum evna smáar krukkur úr leiri, á sína opnu, meðan ein, sum arbeiðir við metalli hevur latið smáar knívar skera seg gjøgnum bókasíðurnar. Og soleiðis kundu vit hildið á, tí ikki færri enn 41 listahandverkarar eru við á framsýningini í Norðurlandahúsinum. 



Sjálvrannsakan

Formaðurin í bólkinum, Bente Hammer, greiðir frá, at upprunaliga hugskotið við bókini var at geva listhandverkararnum ein møguleika at lýsa seg sjálvan og sína list á ein øðrvísi hátt.

- Vit listhandverkarar eru so von við at lýsa okkum sjálvi gjøgnum lutirnir, vit gera. Tí var tað eisini ein sera stór avbjóðing hjá teimum flestu at skula seta orð á seg sjálvan sum listhandverkara. Í grundini hevur hetta verið ein rættiliga sjávrannsakandi tilgongd, har tú hevur verið noydd at seta tær sjálvum spurningar sum, hvør eri er sum skapandi menniskja, og hvat vil eg í grundini vil mínum listhandverki?, sigur Bente Hammer.

Hon leggur afturat, at eisini praktiska arbeiðsgongdin við bókini hevur verið sera lærurík fyri limirnar. Í hesum sambandi hava tey havt bæði skriviskeið og skeið í at arbeiða við grafikki og photoshop. Ymisk skeið eru annars eisini fastur táttur í virkseminum hjá bólkinum, so limirnir allatíðina hava møguleika at menna seg fakliga. Her hava fleiri av limunum varnast, at tey duga annað og meir enn bara júst teirra egna handverk. Eitt nú er ein av teimum byrjaður at yrkja, eftir at bólkurin hevði fingið frálæru í skriving í sambandi við bókina. 



Nógv eftirspurd

Bornholm er av góðum grundum kent fyri at hava fostrað nógvar dugnaligar listhandverkarar. Í felag vísa teir eina mynd av einum øki, har dygd og estetikkur er í hásæti, og har listafólkini kunnu fáa íblástur og arbeiða frítt, samstundis sum tey hava eitt gott samanhald. Góðar arbeiðs- og útbúgvingarumstøður gera eisini sítt til, at nógvir listhandverkarar leita sær til Bornholm, metir Anne-Marie Overbye, sum er umboðskvinna hjá ACAB bólkinum.

Hennara uppgáva er at samskipa mongu framsýningarnar hjá bólkinum, sum er sera nógv eftirspurdur. Eisini roynir hon áhaldandi at skapa nýggj sambond, so bólkurin kann koma víðari út í heim við sínum listhandverki.

- Fyrimunurin við at umboða hendan bólkin er, eg havi nógv ítøkilig úrslit at vísa á, tí limirnir longu hava avrikað so nógv og á so høgum støði. Eisini skulu nýggir limir lúka ávísar upptøkutreytir fyri at sleppa við í bólkin, og tað tryggjar eisini, at góðskan allatíðina er í topp, sigur Anne-Marie Overbye, og leggur afturat, at bara í ár hava ikki færri enn 12 listhandverkarar søkt um at koma við í bólkin. 



Oyggja-snið

Framsýningin »við lív og sál« er tann fyrsta í norðurlendsku verkætlanini Oyggja-snið, ið umfatar listhandverk úr Bornholm, Føroyum og Gotlandi.

Endamálið við verkætlanini er at geva listhandverkararum úr teimum trimum útjaðaraøkjunum møguleika at samstarva og samskipa framsýningar, sum ferðast millum londini.

Framsýningin í Norðurlandahúsinum letur upp fríggjadagin 7. november og verður at síggja fram til 14. desember