Tað er líkt til, at listafólkini í grafiska listafelagnum, ListGraFo, hava bíðað til fánýtis og fara ikki at fáa hølini, ið tey upprunaliga høvdu fingið lovað frá Tórshavnar kommunu.
Málið um hølisviðurskiftini hjá ListGraFo er enn einaferð komið aftur úr Mentamálanevndini, og ein meiriluti í nevndini tekur ikki undir við at geva ListGrafo gomlu evningsstovuna undir Auluni í Finsen, tí at nú er leigusáttmáli undirskrivaður við Talvfelagið um hølið.
ListGraFo hevði frammanundan fingið leigusáttmála frá kommununi um evningsstovuna í Finsen, sum eisini varð góðtikin av felagnum, men eftir at ein skúlaflokkur í Skúlanum á Fløtum skuldu nýta hølini til fyribilsskúlastovu, valdi kommunan ikki at geva ListGraFo hølini kortini, og leigaði tey ístaðin út til talvfelagið.
Drúgva málið er lýst í Sosialinum í september í ár, og Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, sigur, at málið er meira samansett, enn listafólkini vilja vera við.
Málið kemur fyri á býráðsfundi í kvøld, og eftir at mentamálanevndin nú hevur umrøtt málið aftur, bendir alt á, at býráðið fer at atkvøða ímóti at geva ListGraFo innivist í evningsstovuni.