Listaskáli letur nú upp í Suðuroy

? Tann fyrsta framsýningin í listaskálanum Oynni, letur upp 20. juli

Allir suðuroyningar við áhuga fyri list kunnu gleða seg til týsdagin í næstu viku

Tí hendan týsdagin, 20 jul, letur nýggjur listaskáli upp í Suðuroy.

Tað er Palli Julsgart á Tvøroyri, sum hevur gjørt listaskála í kjallaranum í húsum sínum á Tanganum á Tvøroyri.

Hann hevur arbeitt leingi við hugskotinum og nú er tað loksins komið so langt, at tað er klárt at lata dyrnar upp.

Nýggi listaskálin hevur fingið navnið Oyggin.

Og dyrnar í Oynni verða lætnar upp á fyrsta sinni týsdagin klokkan 16.

Opið verður týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá kl. 16-19.Leygardag og sunnudag verður opið frá kl. 14-18.


Átta framsýnarar

Á teirri fyrstu framsýningini í nýggja listaskálanum vera ikki færri enn átta framsýnarar.

Hanna Bjartalíð, Palle Julsgart, Øssur Mohr og Kári Svensson fara at sýna fram oljumálningar.

Anna Seppala og Jóna Rasmussen hava grafisk verk at vísa fram.

Rannvá Mortensen hevur oljumálningar og akryl.Og at enda skal nevnast, at Bárður Jákupsson hevur litografi.


Samkoma fyri innbodnum

Annars verður nýggi listaskálin alment tikin í nýtslu seinnapartin sunnudagin, tá ið ein lítin samkoma verður fyri innbodnum fyri at hátíðarhalda henda merkisdagin fyri listina í Suðuroynni

Á samkomuni fer sangkór úr Vági og av Tvøroyri at syngja.

Eisini fer Eyðun Nolsøe at spæla og syngja og Jóannes Nielsen fer at lesa upp.