Fríggjadagin letur ipp serframsýning á Listasavni Føroya við akrýlmálningum, grafikki og kollasjum hjá listakvinnuni Rannvá Holm Mortensen. Framsýningin er afturlítandi og vísir á nøkur av verkunum, sum listakvinnan fyrr hevur gjørt, umframt samtíðarlig og løtubær vísandi heilt nýggj verk.
Spælandi lættleiki
Í sambandi við framsýningina hevur Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil., skrivað bók um listina hjá Ránnvá Holm Mortensen. Í bókini verður millum annað sagt um listakvinnuna, at “hon er impulsiv og spontan í verumáta, hon er bráð og sjálvkravd í arbeiðshátti, harafturat er hon full av hugskotum, sum ofta bera dám av tí káta og lystiliga eins væl og av tí listaliga. Rannvá fer púra uttan fyrivarni í holt við verkini. Skitsurnar hava dám av spælandi lættleika, sum í stóru verkunum er tamdur nakað, hóast tað spælandi næstan ongantíð er fyribeint”.
Verkini hjá henni, summi ristastór kollasjuverk við upp til 15 myndum, røkka frá ekspressiónismu um postmodernismu til samtíðarlist, sum beinleiðis tekur inn og bendir á týðandi samfelagslig, náttúru- og tøknifrøðilig viðurskifti.
Rannvá er fødd á Tvøroyri í 1950. Hon hevur verið virkin listakvinna síðan 1997, men hon hevur teknað og gjørt myndir av øllum handa slag, síðan hon var smágenta. Hon hevur gingið á listaskúla og tikið listaskeið bæði í Føroyum, Danmark og Grikkalandi og gjørt listaligar námsferðir til París og London. Rannvá hevur sýnt verk síni fram m.a. í Norðurlondum, Spania og Bulgaria, og verkini eru eisini væl umboðað í almennum stovnum í Havn.
FAKTA
Serframsýningin hjá Rannvá Holm Mortensen á Listasavni Føroya letur upp fríggjdagin 7. november klokkan 17.00. Malan Marnersdóttir setir framsýningina og fernisering verður frá klokkan 17 til 19. Sámal Ravnsfjall stendur fyri tónleikinum, listakvinnan verður hjástødd og bjóðað verður við onkrum leskiligum.
Framsýningin endar sunnudagin 14. desembur 2008.










